Náttin er eitt látur
Hellið dimt og trygt
Havið murrar gátur
Mánin er ein lykt
Sov nú, lítli vinur
Eygu klár og døkk
Sov, tú ert so linur
Inn í myrkrið søkk

Náttin er ein alda
Vaggar teg í blund
Bæði vit nú halda
Út á silvursund
Dreymaham so blankan
Vil eg spinna tær
Úr stjørnuvond og langtan
Svim tú út við mær

Náttin er ein strongur
Íða, villfør, von
Sov nú, søti drongur
Ytst á havsins trom
Báran teskar gloym ei
Móðurhjarta mítt
Dansi eg um tarateig
Altíð er tað títt

Composição: